VÆLKOMIN!

Heilsan úr Athen

Føroyska liðið er komið til Athen í øllum góðum. Teir fyrstu dagarnir hava tey vant, umframt hetta hava tey eisini hugt seg um í Athen. Ein av størstu avbjóðingunum hjá føroyingunum var at venja seg við tann nógva hitan, tað kann koma upp móti 40 hitastigum, tá tað er heitast. Vónandi fer hetta ikki at darva teimum í kappingini.

Í dag leygardagin 25. juni vera leikirnir settir, har eini 7 500 ítróttafólk taka lut. Skráin er ikki avdúkað enn, men á heimasíðuni hjá leikunum stendur at talan er um eina spennandi og fjølbroytta skrá. Í Athen vænta tey nógvar áskoðarar til setanina, gestir eru komnir langvegis frá fyri at fylgja við í leikunum. Eisini føroyingar eru millum áskoðararnir í kvøld, talan er um Elenitu Hansen og Petru Petersen. Elenita er mamma at Theodor Esmari, ið umboðar Føroyar í boccia, og Petra er systir hansara.   

Kappinganar byrja mánadagin, og í morgin er føroyska liðið boðið til reseptión hjá danska sendiharranum í Athen. 

Nakrar myndir eru at síggja HER