VÆLKOMIN!

Hvar eru øll SSL ferðakortini?

ÍSB fekk ferðakortini frá Strandfaraskip Landsins fyri nøkrum árum síðani. Við ferðakortinum er tað ókeypis at ferðast við bussi og/ella báti hjá SSL, og hava tey tí verið ógvuliga góð hjá íðkarum, ið skulu langa leið til venjing, summi hvønn dag. Men við lítlari og ongari kortumsiting eru øll kortini býtt út runt um alt landið og skrivstovan veit ikki, hvør hevur tey. Tí er ein nýggj reglugerð sett í verk.

Við stundisligari virkan verður hetta nýggja mannagongdin í samband við SSL ferðakortini:

-        Kortið verður útflýggjað, tá ÍSB hevur móttikið eina umsókn frá íðkara/foreldur/verja (tó í fyrsta lagi 1. september).

-        Kortið skal avleverast aftur á skrivstovu ÍSBs, eftir at kvøldskúlaárið er liðugt, í seinasta lagi 15. Mai.

-        Um íðkarin skal venja um summarið og tískil skal nýta ferðakortið, kann serlig avtala verða gjørd.

-        Íðkarin hevur ábyrgdina av kortinum, og skal tí ansa væl eftir kortinum. Um kortið verður oyðilagt ella mist burtur, skal íðkarin gjalda kostnaðin fyri nýtt kort. Hetta er eisini galdandi, um kortið
         ikki kemur aftur áðrenn ásettu tíðina!!!

-        Kortið tolir ikki at liggja tætt at magnetum og fartelefonum.

-        Kortið má ikki boyggjast og skal altíð liggja í viðfylgjandi plastiklummanum.

-        Kortið skal einans nýtast í samband við venjingar og onnur tiltøk hjá ÍSB

 

Tað ber til at taka niður umsókn her: /myfiles/files/Umsókn um ferðakort hjá ÍSB til bygdaleiðir.doc