VÆLKOMIN!

Hvør vinnur Javnasteypið?

Komandi sunnudag verður síðsta umfar í Grand Prix kappingini í boccia, sum ítróttafelagið Smæran skipar fyri.

Javni hevur latið eitt ferðasteyp til kappingina, og sunnudagin kl 14.00 byrja kappingarnar í skúlanum við Løgmannabreyt. Umframt steyp, verða heiðursmerki latin til spælarar á fyrsta, øðrum og triðja plássi.

Smæran sigur i skrivi, at tilmelding fer fram vit at senda e-post til sao@kallnet.fo ella við at ringja 23 08 51.