VÆLKOMIN!

Innbjóðing til Skemman open - svimjikapping

Nú verður FM í svimjing, Skemman-open, hjá ÍSB

Kappingin verður mikudagin 25. mars kl 17, í svimjihøllini í Gundadali.

Tilmelding fer fram á http://askur.fo/dforms/form340175.html 

Freistin at melda til er mánadagin 23. mars á midnátt.

Reglur fyri tilmelding

-Svimjarar, ið svimja í bólki 3, kunnu ikki kappast í hinum bólkunum.
-Svimjarar í bólki 1 kunnu ikki luttaka í bólki 3
-Svimjarar í bólki 2 kunnu eisini kappast í bólki 1, treytað av at tey eru 14 ár ella yngri, men tey kunnu ikki kappast tvær ferðir í somu grein og á sama teini.
-Svimjarar í bólki 2 kunnu eisini luttaka í bólki 3.
-Ein svimjari kann í mesta lagi mekda til 4 greinar.

ÍSB