VÆLKOMIN!

Innbjóðing

So nærkast jólum, og hósdagin 12. desember kl. 18.00 verður árliga jólaveitslan fyri tykkum, ið eru førleikaskerd.

Vit fáa okkurt gott at eta, syngja, dansa um jólatræið og fáa vitjan av jólamanninum.
Veitslan er í B36 húsinum. Har er ikki so gott pláss,  tí er veitslan bert fyri tey førleikaskerdu, stuðul teirra og /ella foreldrum.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur, so sig frá í góðari tíð, og melda til, í seinasta lagi 4. desember.

Stóra jólabingo hjá stuðlafelagnum verður týskvøldið 03.des. har øll eru hjartaliga vælkomin. Nógvir góðir vinningar, m.a. røst krov o.a.

Heilsan
Stuðlafelagið ÍSB
Magdalena Johannesen

Melda til jólaveitsluna her