VÆLKOMIN!

International German Swimming Championships

Her ber til at fylgja við í International German Swimming Championships, sum í vikuskiftinum fer fram í Berlin. Luttakarar eru Dann Akursmørk, 12 ár og Krista Mørkøre, 10 ár.

Í vikuskiftinum er stór svimjikapping fyri brekað í Berlin, Týsklandi. Ítróttasamband fyri Brekað, ÍSB, hevur hesuferð útvalt tveir ungar, evnaríkar svimjarar at luttaka í kappingini, nevniliga Kristu Mørkøre og Dann Akursmørk. Krista er 10 ára gomul og venur dagliga við Ægir. Dann er 12 ár og venir við svimjifelag sínum í Århus. Tey svimja bæði í bólkinum S10, sum er bólkurin hjá teimum rørslutarnaðu, ið hava minst brek. Av tí at tey eru so ung, verða tey eisini bólkað í barnabólkar. Krista svimur í bólki D (f. 1998-1999), meðan Dann svimur í bólki C (f.1996-1997).
Hendan kappingin er útvald serliga til tey bæði, tí  her kunnu tey royna seg ímóti javnaldrum, og síggjast kann, á hvørjum støði, tey eru á í hesum aldri. Tey luttóku eisini í kappingini í fjør, og tá sást týðiliga, at okkara svimjarar vóru á odda, tí tey komu heim við heiðursmerkjum í øllum kappingunum. Vónandi fer at ganga líka gott hesaferð.

Dann og Krista skulu svimja soleiðis:
Fríggjadagin:
50 m rygg - Dann hevur tilmeldingartíð 00.55.62, Krista 00.59.64
100 m bringa - Dann 02.10.31, Krista 02.20.98
Leygardagin:
100 m frí - Dann 01.30.17, Krista 01.58.31
50 m bringa - Dann 00.52.82, Krista 01.05.32
200 m blandað - Dann og Krista (onga tilmeldingartíð)
Sunnudagin:
50 m firvald - Dann 00.57.28, Krista (onga tilmeldingartíð)
100 m rygg - Dann (onga tilmeldingartíð), Krista 02.22.33
50 m frí - Dann 00.40.86, Krista 00.52.29

Í dag, fríggjadag hevur gingið stak væl í øllum kappingunum hjá Kristu og Dann.

Krista: 50 m  rygg :    00.59.64 - betraði um sína egnu og føroyska metið.
100 m bringa: 02.05.18 - sjálvt á 50 metrinum betraði hon um sína egnu tíð, meðan hon á 100 metrinum betraði um sína gomlu tíð og føroyska metið.
Dann:  50 m rygg:       00.49.50 - betraði sína egnu tíð og føroyska metið.
100 m bringa:  01.57.60 - betraði um sína egnu tíð og føroyska metið.
Alt í alt ein serstakliga góður dagur. Í morgin svimja tey bæði 100 m frí, 50 m bringu og 200 m Blandað, vónandi við líka góðum úrslitum sum í dag.

Øll herfrá lata heilsa frá sær, at vit hava ein serstakliga góðan túr. Hóast eitt sindur av vindi, er veðrið av tí besta, og tað kom væl við, tá vit í dag vóru og vitjaðu í einum stórum djóragarði. Her sóu vit millum annað leyvir, ísbjarnir og pingvinir. Ein sera góð uppliving!