VÆLKOMIN!

ÍSB heiðrað á 30 ára degnum

Heilsan frá Jógvani Arge á 30 ára degnum hjá Ítróttasambandinum fyri brekað:

Ítróttasambandið fyri brekað ÍSB, tess leiðsla, hjálparar og ítróttafólk fingu mong góð orð, tá veitsludøgurði varð hildin á Hotel Føroyum leygarkvøldið.

Umboð fyri Landsstýrið, Ítróttasambandið og Javna takkaðu fyri avrikini hesi árini og vístu á tann stóra týdning, sum ÍSB hevur havt fyri tey, sum stríðast við brek.

Fremmandu gestirnir høvdu eisini bara lovorð. Har vóru forsetin í altjóða paraolympiska felagsskapinum, bretin Phil Craven, og forsetin í europeiska paraolympiska felagsskapinum, danin John Petterson. Teir søgdu nøkur orð og handaðu gávur.

Umboð fyri øll Norðurlond vóru til staðar og fegnaðust um tað góða og gevandi samarbeiði, sum tey hava havt við ÍSB hesi 30 árini.

Formaðurin í ÍSB øll árini, Egga Jensen, var kortini fyrsti røðari. Hann nart við, hvussu ÍSB kom í á sinni og ta góðu móttøku, sum felagið fekk, tá tað fór at søkja sær altjóða limaskap.

Sum ÍSF-formaður var undirritaði ein av stigtakarunum til ÍSB í 1980, og sum slíkur var eg eisini til veitsludøgurðan. Hevði eina røðu í lummanum, men har vóru so nógvir meiri relevantir røðarar, at hon bleiv liggjandi í lummanum, men kemur her:

”Eg havi sagt tað fyrr og havi onki ímóti at endurtaka tað, at stovnanina av ÍSB havi eg altíð mett sum eitt av teimum frægu stigunum, eg havi verið við í.

Ein orsøk er, at her fingu vit skapt møguleikar fyri ítrótti hjá teimum, sum ikki høvdu hendan møguleikan frammanundan. Ein onnur orsøk er, at ÍSB hevur klárað seg so væl á altjóða stigi, at tykkara heimsmeistarar og olympisku meistarar gjørdust sannar fyrimyndir hjá øllum ítróttafólkum í Føroyum.

Slík avrik droymdi ongin um, tá vit trilvaðu okkum fram til at stovna ÍSB fyri tríati árum síðani. Eins og tað lá í tíðini tá at fáa konufólkini meir upp í fyriskipanina av ítrótti, so lá í tíðini, at teimum, sum høvdu brek av einumhvørjum slag, skuldu standa í boði møguleikar at íðka ítrótt - javnbjóðis øðrum.

Samanfallandi áhugamál

Um hetta mundið var eg starvsnevndarlimur í ÍSF í trý ár og formaður frá 1978 til 80. Hevði nógv samband við hini norðurlendsku ítróttasambondini, og eitt, sum eg legði til merkis, var, at allastaðni høvdu tey sersambond fyri brekað.

Vit ivaðust ikki í, at hetta var ein táttur, sum Ítróttasamband Føroya eisini átti at taka upp. Deils fyri, at øll kundu fáa innivist í Ítróttasambandinum, uttan mun til førleikar, og deils fyri at fylgja við tíðini. Sspurningurin var, hvussu vit komu fram til nakað ítøkiligt, tí lítið ella onki virksemi av hesum slag var at taka støði í í Føroyum.

Um sama mundið høvdu vit fingið eina skipan við Norðurlandaráðið, at tað játtaði ferðastuðul til ítróttaferðing millum Norðurlond. Í tí sambandinum fingu vit til ummælis umsóknir frá Læraraskúlanum og Egga Jensen, sum søktu um ferðastuðul til næmingar at fara á skeið í Noregi at læra seg at skipa fyri ítrótti fyri brekað.

Hetta var tann funni fressurin. Eg fór eftir Egga og greiddi honum frá, at í ÍSF var avgjørt hugur fyri at stovna eitt sersamband fyri brekað til at savna tann ítróttaliga partin av uppgávuni. Hann loftaði uppskotinum beinanvegin, og vit gjørdu av á staðnum, at hann skuldi orða uppskot til eina endamálsgrein fyri ÍSB.

Í fyrstu atløgu varð mælt til, at sambandið skuldi vera fyri kropsliga brekað, men tá ein sera áhugað kvinna stutt fyri aðalfundin hjá ÍSF 1. mars 1980 ringdi og so bønliga bað um, at vit eisini lótu ÍSB fevna um tey sálarliga brekaðu, víðkaðu vit endamálsgreinina, so felagið kundi hýsa øllum.

Serskipan fyri ÍSB

Aðalfundurin samtykti lógirnar, sum heimilaðu stovnan av ÍSB sum sjálvstøðugum sersambandi – og ikki bara sum einari deild - og nú var gøtan greið. Stutt eftir var stovnandi aðalfundurin hildin – 10. apríl.

Fundarfólkini vóru eini fimm í tali. Hans Petur Joensen umboðaði ÍSF sum eygleiðari. Eg sjálvur var biðin at vera orðstýrari, og Egga hevði uppskot um at velja Jón á Steig og Eydis Eidesgaard í nevndina saman við sær.

Teir báðir menninir sita í oddasessunum enn, hóast hárið er gránað eitt vet, og í hin triðja nevndarsessin kom Jóhan Samuelsen heilt tíðliga í tíðini.

Sum eitt undantak frá vanligu reglunum byrjaði sersambandið ÍSB uttan limafeløg. Tað var meginfelagið sjálvt, sum stílaði fyri øllum virksemi. Hetta var ein mannagongd, sum mátti nýtast, skuldi gongd yvirhøvur koma á.

Sum árini eru liðin eru ítróttagreinirnar vorðnar fleiri, viftan er vorðin breiðari og tilboðið sostatt meiri áhugavert fyri fleiri íðkandi. Tann seinasti spírin er, skilji eg, at útlit eru til nøkur lokal ítróttafeløg kring landið at standa sum teir veruligu stuðlarnir undir ÍSB. Fyrsta felagið er stovnað, og tað næsta er kanska væl á veg. Tá verður tað akkurát sum ordiligt í ÍSB, og tað kann ikki vera betri.

Góða móttøku uttanlands

ÍSB varð stovnað um tað mundið, tá ÍSF arbeiddi hart fyri at sleppa upp í altjóða feløg og altjóða kappingar av øllum handaslag. Longu einar tveir mánar seinni var eg saman við Heðini Mortensen í ørindum fyri ÍSB inni á gólvinum hjá svenska ítróttsambandinum fyri brekað í Idrotten Hus í Stokkhólmi – tí vit vóru har kortini.

Vit greiddu frá, hvat vit høvdu gjørt í Føroyum, og at ÍSB ætlað at sleppa upp í norðurlendskt og altjóða samarbeiði. Móttøkan var góð. Hugsi, vit møttu einum meiri hjartaligum hugburði, enn vit von við í fleiri av hinum altjóða sersambondunum.

Tað tók vist heldur ikki so langa tíð at sleppa upp í part, men tað orðnaðu Egga og Jón og tey sjálvi.

Eg fari at takka tykkum, sum hava stílað fyri, fyri tað megnararbeiði, sum tit hava gjørt fyri ÍSB, og tykkum, sum hava vant og kappast, fyri tykkara stóru avrik. Úrslitini tala fyri seg. Tað er fáur, sum kann vísa á so nógv eftir so stuttari tíð.

Hjartaliga til lukku við teimum tríati.

Jógvan Arge