VÆLKOMIN!

ÍSB hevur 30 ár á baki

Í dag eru 30 ár liðin síðan ÍSB varð sett á stovn.

Tað var Jógvan Jensen, ið tók stig til at seta ítrótt fyri brekað á stovn í Føroyum. Hann fekk íblástur eftir eina vitjan á Beitostølen helsesportsenter í Noregi.

Ein fyribilsnevnd varð sett við Jógvani Jensen, Jón á Steig og Eyðdis Eidesgaard. Á aðalfundi hjá ÍSF  1. mars 1980 varð viðtikið at seta ítróttasambandið fyri brekað á stovn. Jógvan Arge var formaður í ÍSF hetta árið.

Eftir stovnandi aðalfundin hjá ÍSB 10.apríl, varð farið undir at søkja um limaskap í altjóða nevndum og felagsskapum.

ÍSB setti seg eisini í samband  við Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla, sum bjóðar ítróttatilboð til fólk við breki. Og seinni hava kvølskúlarnir kring landið eisini bjóðað ítróttatilboð til fólk við breki. ÍSB gleðist um frálíka samstarvið við kvøldskúlarnar.

Ætlanin var altíð at seta feløg á stovn, og í 2009 varð fyrsta ítróttafelagið fyri brekað varð sett á stovn, talan er um ítróttafelagið SVAN í Eysturoynni, Hendrik Olsen er formaður í felagnum. Arbeitt verður eisini við at seta eitt felag á stovn í Suðurstreymoy.

Á heimasíðuni ber til at lesa meira um søguna hjá ÍSB, ella við at trýsta her

Fleiri gestir eru komnir til landið í samband við hátíðarhaldið. Úr Onglandi er forsetin í IPC (International Paralympic Committee) Sir Philip Craven komin á vitjan. Eisini eru umboð fyri øll tey norðurlendsku sambondini í Føroyum, tí leygardagin heldur Nord-HIF (nordisk handicapidrætsforbund) kongres í Føroyum og leygarkvøldið verður 30 ára veitslan.