VÆLKOMIN!

ÍSB kr 50.000 í gávu frá stuðlafelagnum.

Aftur í ár hevur ÍSB fingið peningagávu frá stuðlafelagnum.
Magdalena Johannesen, forkvinna greiddi frá á aðalfundinum hjá stuðlafelagnum at undirtøkan til bingo teirra hevði verið góð í 2015 og at tey høvdu góðar og trúgvar stuðlar. Tey fegnaðust um at kunna verða við til at stuðla ítróttarfólki ið bera brek at íðka ítrótt.
Egga Jensen takkaði fyri stórfingnu gávuna og greiddi í stuttum frá hvat virksemi ÍSB hevur 2016 og hvussu peningurin kemur ítróttinum til gagns.