VÆLKOMIN!

ÍSB leitar eftir svimjivenjara

ÍSB leitar eftir svimjivenjara, at byrja beinanvegin.

Uppgávan snýr seg í høvuðsheitum um at venja bestu svimjararnar, ið royna at vinna sær pláss í Paralympisku leikunum í Rio 2016.

Roknast kann nakað av ferðing til kappingar og  venjingarlegur uttanlands og í Føroyum.
Starvið er parttíðarstarv, og roknast má við arbeiði uttanfyri vanligar arbeiðstíðir.
Løn smb. avtalu.

Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til Ítróttaráðgevan hjá ÍSB á tel 217975

Umsóknir skulu verða inni í seinasta lagi 25. august, og kunnu sendast við telduposti til.

ISB@ISB.FO

Ella við vanligum brævi til.

ÍSB
Gundadalur
Box 223
FO-110 Tórshavn