VÆLKOMIN!

ÍSB og Skemman undirskrivað nýggja samstarvsavtalu

Egga Jensen (ÍSB) og Dan Hansen  (Skemman) undirskrivaðu  í gjár nýggja samstarvsavtalu, ið merkir at Skemman eisini verður ein av høvuðsstuðlunum hjá ÍSB í 2016 og 2017.

Skemman hevur verið ein av høvuðsstuðlum hjá ÍSB síðani fyrsta avtalan var gjørd í 2004. Og hevur avtalan við Skemmuna verið ein av grundsúlunum undir virkseminum at tryggja fólki við breki javnbjóðis møgulleikar innan ítrótt.

Paralympisku leikirnir verða í Rio í 2016, og er eisini nógv ítróttarvirksemi fyri fólk við breki á skránni í Føroyum komandi tíðina.

Nevndin í ÍSB fegnast um, og er takksom fyri at Skemman framhaldandi vil verða við at tryggja hetta arbeiði.