VÆLKOMIN!

ÍSB sett nýggjan ítróttaráðgeva


ÍSB hevur 1. Oktober 2013 sett Trónd Ravnsfjall sum nýggjan ítróttarráðgeva.
Tróndur er 38 ár, búsitandi í Sandavági, og er útbúgvin námsfrøðingur.
Hann hevur arbeiðsroyndir innan fyristing, hevur starvast á dag- og bústovnum, og er virkin ítróttarvenjari.

Høvuðsuppgávurnar hjá ítróttaráðgevanum eru at røkka málsetningunum hjá ÍSB sum eru:

-      at fáa fleiri íðkandi við 
-      at veita størri/ breiðari úrval av ítróttagreinum 
-      at víðka samstarvið við ítróttafeløg og sersambond 
-      at fáa størri ’integratión’ inn í vanliga ítróttin í lag 
-      at røkka inn um skúlagátt við kunnleika um heilsu, brek og ítrótt 
-      at skipa fyri, at vælbúnir venjarar taka sær av ítróttinum 
-      at tryggja  íðkandi góðar umstøður at íðka sín ítrótt 
-      at tryggja íðkandi hóskandi avbjóðingar 
-      at fáa lokalfeløg og/ ella deildir at virka 
-      at skapa stuðul, samanhald og sjálvbodni kring arbeiðið hjá ÍSB