VÆLKOMIN!

ÍSB skipar fyri spennandi skeiði

ÍSB bjóðar til skeið um ítrótt fyri fólk við tarni

Tað gleðir okkum at bjóða øllum til eitt skeið sunnudagin 24 oktober í ÍSF-húsinum, Gundadalur.

Skeiðið, sum skal geva okkum íblástur í dagliga arbeiðinum, byrjar kl 13.00 og er liðugt kl 19.00

Tað er danin Ulrik Brøgger Balle, ið kemur at halda skeiðið. Hann hevur áður hildið venjaraskeið fyri ÍSF. 

Skeiðið er breitt, og er ætlað øllum, ið onkursvegna vara av ítrótti fyri brekað, tað veri seg venjarar, leiðarar, stuðlar, foreldur og onnur.

Vit gleða okkum at síggja teg á skeiðnum.

Tilmelding er á tlf 31 75 79 ella isb@isb.fo. Freistin er fríggjadagin 15. oktober

Ein lýsing av skeiðnum er at síggja HER