VÆLKOMIN!

Móttøka

Special Olympics leikirnir eru av, og føroysku ítróttafólkini, venjari og leiðari eru komin heim til Føroya. Í hesum sambandi skipaði nevndin hjá ÍSB  fyri móttøku í ÍSF-húsinum sunnudagin 26 september.

Fleiri fólk vóru møtt upp fyri at heilsa upp á ítróttafólkini, sum fingu blómur handaðar umframt fleiri góð orð við á vegnum.

Jógvan Jensen, formaður í ÍSB bjóðaði vælkomin og ynskti tillukku við frálíku úrslitunum í Póllandi. Hann takkaði feløgum og venjararum fyri teirra stóra arbeiði, sum eru við at leggja lunnar undir frálíku úrslitunum. Jógvan nýtti eisini høvið at takka sponsorum og stuðlafelagnum fyri dyggan stuðul.

Sigrun Wardum, forkvinna í Javna, ynskti tillukku, og vísti á, at ítróttafólkini eru góðar fyrimyndir, sum kunnu geva øðrum hug og dirvi at íðka ítrótt.

At enda segði Sonni Óli Djurhuus, venjari nøkur orð. Hann gleddist um framgongdina innan frælsan ítrótt og takkaði  venjarum í ítróttafeløgum fyri teirra arbeiði. Hann vísti á, at samstarvið hevur verið sera gott og gevandi bæði fyri ítróttafólk og venjarar. 

Mánakvøldið var eitt innslag í 3-2 frá móttøkuni og um evropeisku leikirnir í Póllandi. Tað kann eisini síggjast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, ella við at trýsta HER

Myndir frá móttøkuni eru at síggja HER