VÆLKOMIN!

ÍSF skipar fyri fyrilestri

Sig frá! – Ítróttur og ágangur hoyra ongastaðni heima
 
Rithøvundurin, viðgerin og ráðgevin við teimum nógvu royndunum og ikki minst røddin hjá teimum misbrotnu og ágangsraktu heldur fyrilestur mánakvøldið 18. juni kl. 19-21 ÍSF-húsinum.
 
MARGRETE WIEDE AASLAND (f. 1955) er psykoterapeutur á „Institutt for sexologi og terapi as“ í Oslo. Hon er serkøn í sexologiskum spurningum. M.a. er hon eisini útbúgvin forskúlalærari og psykiatriskt røktarfólk, og hon hevur drúgvar royndir við menniskjum í kreppu, bæði børnum, ungum og vaksnum. Kynsligur ágangur á børn hevur síðan 1988 verið starvsøki hennara. Og eisini hava broytingar í tannáringaárunum – skiftisspurningar – havt hennara stóra áhuga.
 
Hvønn leiklut hevur ítróttaleiðarin, tá ið tað snýr seg um harðskap og kynsligan ágang?
 
Hvussu skipar ítróttaleiðarin eitt sunt og trygt umhvørvi við greiðum mørkum á øllum mótum, samstundis sum allar kenslur eru í lagi?
 
Hvussu takkla vit, tá ið onkur SIGUR FRÁ, og ber til at siga frá við kroppinum uttan orð?

Hvør er okkara skylda, og hvør skal døma?
 
Tiltakið er ókeypis og er fyri øll, ið fáast við og hava ábyrgd av børnum og ungum í ítróttahøpi. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Lýsing av tiltakinum sæst HER