VÆLKOMIN!

ÍSF-forsetin: 2012 er olympiskt ár

Fjórða hvørt ár er nakað heilt serligt í altjóða ítróttaheiminum, og í ár er eitt av hesum árunum – 2012 er olympiskt ár.

Sum ein av stovnandi limunum í Paralympisku nevndini hevur ÍSB í mong ár sent føroysk umboð á Paralympisku leikirnar, við góðum úrslitum – serliga innan svimjing. Paralympisku leikirnir verða hildnir beint eftir Olympisku leikirnar – t.v.s. 29. august til 9. september 2012.

Higartil hevur Ragnvald Jensen kvalifiserað seg til at kappast í bringusvimjing. Krista Mørkøre og Kristian Martin Garðalíð eru eisini í harðari venjing fyri klára krøvini til Paralympisku leikirnar. Krista í svimjing og Kristian Martin í frælsum ítrótti. Kristian Martin og Ragnvaldur kappast í bólkinum menningartarnað og Krista í bólkinum rørslutarnað.

Olympisku leikirnir í London eru í døgunum 27. juli til 12. august. Hæddarpunktið fyri okkum føroyingar, á hesum leikunum, er óivað finalan í 1.500 m frí, sum Pál Joensen væntandi fer at svimja leygarkvøldið 4. august.

Vit gleða okkum til hesar báðar olympisku kappingarnar í summar og vóna, at føroyskir myndugleikar, fyritøkur, miðlar og føroya fólk taka lógvatak um hesi okkara ítróttafólk, sum fara at kappast í størstu ítróttarleikunum í heiminum.

Góða eydnu!