VÆLKOMIN!

Ítróttafelag í høvuðsstarøkinum

Ítróttur fyri fólk við breki hevur í støðugari menning seinastu árini. Talið á íðkandi er voksið og fleiri kappingar eru á skránni. Ítróttagreinirnar boccia og svimjing hava flest íðkandi, men tó eru tað fleiri, ið eisini íðka frælsan ítrótt, borðtennis og fimleik. Umframt hetta, hevur ÍSB eitt sera gott samstarv við kvøldskúlarnar, sum bjóða ítróttatilboð til fólk við breki vetrarhálvuna. 

ÍSB varar av ítrótti fyri brekað í Føroyum. Í ár eru 30 ár eru liðin síðan sersambandið sá dagsins ljós, og tað hevur altíð verið ætlanin at seta feløg á stovn. Hetta gjørdist veruleiki, tá ítróttafelagið Svanur varð sett á stovn á vári 2009.

Ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt við at seta eitt felag á stovn í  Suðurstreymi, og nú er komið á mál. Týsdagin 27. apríl verður stovnandi aðalfundur hjá nýggja ítróttafelagnum Havn. Fundurin verður á verkstaðnum Vòn kl 20.00.  Navnið verður avdúkað, og møguleiki verður fyri at tekna seg sum lim.

Nýggja felagið hevur til endmáls at menna ítrótt fyri brekað í suðurstreymi, hetta verður m.a. gjørt við venjingum, kappingum og ítróttadøgum. 

ÍSB gleðist um tann vaksandi áhugan í samfelagnum fyri ítrótti fyri brekað, og væntar at bæði motión- og kappingarítrótturin fyri brekað í Føroyum fer at mennast, nú feløg verða sett á stovn.

Vónandi fara tit íðkarar, foreldur og onnur áhuga at taka væl ímóti nýggja felagnum og teimum, ið longu nú hava áhuga í at manna nevndina.