VÆLKOMIN!

Ítróttafelagið Smæran

Týskvøldið var stovnandi aðalfundur hjá nýggja ítróttafelagnum fyri brekað í Føroyum, fundurin var á verkstaðnum Vón. Felagið hevur fingið navnið Smæran og hevur bústað í Havn.

Nevndin er mannað við 5 fólkum, tey eru Sofus Olsen, Michael Feldballe, Tórun Sumberg, Eilif Brimheim og Jenny Lamhauge. Tiltakslimir eru Miriam Dam og Anette Olsen.

Nýggja felagið hevur til endmáls at menna ítrótt fyri brekað í suðurstreymi, hetta verður m.a. gjørt við venjingum, kappingum og ítróttadøgum. 

ÍSB gleðist um tann vaksandi áhugan í samfelagnum fyri ítrótti fyri brekað, og væntar at bæði motión- og kappingarítrótturin fyri brekað í Føroyum fer at mennast, nú feløg verða sett á stovn.

 

Frá vinstru: Tórun, Sofus, Eilif, Jenny, Anette, Michael og Miriam