VÆLKOMIN!

Ítróttafelagið Svanur fingið nýggja nevnd

Svanur hevði aðalfund 31. januar og tveir nýggir limir vórðu valdir í nevndina, talan er um Harry Knudsen og Wenzel Olsen. Nevndin hevur eisini skipað seg, Hendrik Olsen heldur fram sum formaður, skrivari er Marjun í Jákupsstovu og Ninna Vatnhamar er peningarøkil.

Eydna Norðfoss og Hugu Leo hava verið nevndarlimir í felagnum, í teirra stað komu teir báðir Harry og Wenzel. Aðalfundurin valdi eisini Haldis Dam Matras sum eykalim.

Svanur sigur á heimasíðuni http://www.svanur.fo/, at fitt av fólki vóru møtt upp til fundin, sum var í skúlanum við Løkin.

Vit ynskja nýggju nevndini tillukku við valinum og góðan byr framyvir.