VÆLKOMIN!

Ítróttafelagið Svanur trý ár á baki

Trý ár eru liðin síðan fyrsta ítróttafelag fyri fólk við tarni sá dagsins ljós. Ítróttafelagið Svanur varð sett á stovn í marts 2009, og í dag hevur felagið 100 ídnar limir, haraftur skipar felagið fyri fleiri kappingum árliga. ÍSB ynskir tillukku  við ársdegnum og við ynski um góðan byr framyvir.

Portarlurin skrivar á á portal.fo

Hóast felagið bert hevur trý ár á baki, so hevur Svanur, ið er ítróttarfelag fyri brekað í Eysturoynni av sonnum komið fyri at vera.

Við sínum 100 limum var Svanur við á stevnunum sum hava verið, og var eisini boðið við til prosjektfundirnar í sambandi við ta nýggju høllina, sum skal byggjast á ítróttarøkinum við Løkin í Runavík.
Eisini á øðrum frontum er virkið. Hetta sæst ikki minst aftur í tilboðunum hjá kvøldskúlunum, har felagið hevur ikki færri enn tríggjar ymiskar ítróttargreinar at bjóða í vetur: Boccia, innandura fótbólt og svimjing.
Vit gleðast sjálvandi um tað virksemið sum er í felagnum í dag. Men tað harmar okkum, at vit ikki longur eru virkin á Norðskála, har vit áður høvdu frælsan ítrótt. Hetta lat seg heldur ikki gera í ár, orsakað av vantandi undirtøku, upplýsir formaðurin, Hendrik Olsen.
Fleiri av uppgávunum í felagnum eru afturvendandi, sum t.d. kvøldskúlin og stevnurnar. Tað er neyðugt, at vit eru árvakin, so hettar ikki fellur niður fyri.
Í fjør var annars fyrstu ferð, at Svanur sendi umboð fyri Føroyar til OL í Athen í Grikkalandi.
- Vit í Svani kunna verða errin av okkara luttakarum, sum vóru fimm í tali. Hesir vístu eitt megnar avrik og komu heim við fleiri heiðursmerkjum, verður sagt.

ÍSB ynskir tillukku við ársdegnum við ynski um góðan byr framyvir.