VÆLKOMIN!

Ítróttur fyri brekað á Nám X

Næmingar á NámX á eysturskúlanum høvdu ein serligan ítróttadag týsdagin 1. November. Talan var um næmingar á ítróttalinjuni, sum fingu høvið at royna seg í ítróttagreinum, ið fólk við breki íðka.

Undirvísingin byrjaði í eini skúlastovu. Martin Johannesen og Ragnvald Jensen greiddi frá sínum royndum sum ítróttafólk, og komu við uppskotum hvussu ítróttatilboðini kunnu skipast,  so fólk við breki eisini kunnu íðka.

Martin, ið íðkar racerunning, greiddi frá eini legu/kapping, sum hann luttók á í summar,  hann hevði bæði myndir og filmar at vísa, so næmingarnir kundu fáa eina mynd av hvat racerunning er.  

Martin legði dent á at øll kunnu íðka og at tað er gott at kunna røra seg. Hann segði at enda, at málið hjá honum er at gerast enn betur og harvið koma upp í hægri bólkar.  

Ragnvaldur Jensen greiddi frá hvussu tað er at vera ítróttafólk við menningartarni. Hann hevði heiðursmerki við, sum hann vann til EM í svimjing í ár. Hann greiddi frá hvussu hann vandi og hvat, ið krevst av venjing og lívsstíli, um tú skal luttaka á altjóða kappingum.

Næmingarnir settu spurningar og vístu stóran áhuga fyri frágreiðingunum hjá teimum báðum.

Eftir ein matarsteðg, hildu vit fram í fimleikahøllini við koyristóls-kurvabólti og goalbólti, sum er eitt bóltspæl fyri blind og sjónveik. Næmingarnir vístu spølunum stóran áhuga, hetta var sjálvandi ein avbjóðing hjá teimum, men tey hildu seg tó ikki aftur men gjørdu sítt besta, sjálvt um tey sótu í koyristóli ella vóru blind. Síðsta spælið á skránni henda dagin var boccia.

Tiltakið eydnaðist sera væl, næmingarnir vístu stóran áhuga og okkara ítróttafólk dugdu væl at greiða frá sínum royndum.

Myndir frá degnum síggjast HER