VÆLKOMIN!

Ítróttur hevur nógv at bjóða fólki!

ÍTRÓTTUR OG RØRSLA

Ítróttur og rørsla hevur nógv at bjóða fólki í øllum aldri. Ítróttur, skipað sum óskipað, er vorðin ein partur av spælinum hjá børnum. Fólk eru meira tilvitað um týdningin av ítrótti og rørslu, og hetta sæst aftur teimum fjølbroyttu rørslu- og ítróttatilboðum, ið eru til fólk í øllum aldri.

Men hvussu við teimum, ið bera eitthvørt brek, kunnu tey íðka ítrótt og røra seg?

HVÍ  ÍTRÓTT/RØRSL FYRI  FÓLK VIÐ TARNI?

Ítróttur og rørsla hevur eisini nógv at bjóða fólki við tarni. Her snýr tað seg um at brúka kroppin optimalt - og hetta ber eisini til, sjálvt um man ber eitthvørt brek. Í veruleikanum hevur ítróttur nøkur sjálvsøgd virði fyri fólk við tarni: 

 

                  Ítróttur/rørsla kann venja og betra virkisevni og virka við til, at tann einstaki í størri mun kann klára seg sjálvan og liva eitt virkið lív

·                  Ítróttur/rørsla kann vera við til at styrkja beinbygnað og liðir

·                  Ítróttur gevur meiri orku, yvirskot og sjálvsálit og hevur soleiðis eina góða ávirkan á sálarligu vælveruna hjá tí einstaka

·                  Ítróttur/rørsla skapar betri samband við kroppin og møguleikar hansara.

·                  Ítróttur/rørsla er stuttligur og gongur fyri seg í einum sosialum felagsskapi

·                  Ítróttur/rørsla gevur møguleikar hjá tí einstaka at royna mørk í einum tryggum umhvørvi. Kanska gevur hetta dirvi til enn fleiri avbjóðingar?

Fyri fólk við tarni kann ítróttur/rørsla sostatt vera lopfjølin til eitt lív, sum er so virkið og sjálvhjálpið sum yvirhøvur til ber.