VÆLKOMIN!

Ítróttur og spæl

Leygardagin 26. november, fer Ítróttasambandið fyri brekað at skipa fyri einum  rørslu- og ítróttadegi fyri børn og ung við breki. Tiltakið verður í skúlanum á Tvøroyri.

Hesin dagur ber dám av ítrótti sum ítriv. Her fáa børn og ung, ið bera brek, høvi at hittast og íðka ítrótt. Tey ungu spæla saman, og skipað verður fyri smærri kappingum o.t. Eisini sleppa tey at royna boccia, ið serliga er ætlað fólki, ið bera brek.

Skrá fyri dagin:

12.00 – 13.00 Svimjing

13.00 – 13.30 Okkurt til matna

13.30 – 14.30 Ymisk spøl og kappingar í fimleikahøllini.

Ítrótta- og rørsludagurin er ætlaður at eggja teimum ungu at halda fram við ítrótti og rørslu. Og tað er gleðiligt, at fleiri av teimum halda áfram við venjingum og luttaka í kappingum, sum ÍSB og feløgini skipa fyri.

ÍSB vónar, at nógv fara at taka undir við hesum tiltaki, og at øll fara at fáa ein góðan, virknan og hugnaligan dag saman.

 

 

 

 

 

 

 

 

Tilmelding á tlf 31 75 79 ella isb@isb.fo