TíðindiRSSTíðindasavn
Smæran hevur skipað fyri boccia-kapping 01. Feb. 2012

Ítróttafelagið Smæran skipaði í vikuskiftinum fyri 2. umfari í Grand Prix kappingini. Felagið sigur á heimasíðuni: "at tað nú gerst meiri og meiri spennandi við støðuni- tí sum nú er, er Meiken fremst við 18 stigum, Jonhard 16stig, Unn 15stig, Birita 14stig, Øssur 12stig,
2. Grand Prix kapping í boccia 26. Jan. 2012

Ítróttafelagið Smæran skipaði fyri Grand Prix kapping í boccia, og nú verður farið undir 2. umfari í kappingini. Kappingini verður í skúlanum við Løgmannabreyt sunnudagin 29. januar kl 14.00. Felagið sigur í skrivi, at tilmelding er á tlf 23 08 51 ella við at
Svanur hevur havt aðalfund 25. Jan. 2012

Mánakvøldið 23. januar hevði ítróttafelagið Svanur í eysturoynni aðalfund, og samstundis fekk felagið eisini eina nýggja heimasíðu. Á heimasíðuni www.svanur.fo ber til at kunna seg um venjingar og kappingar, ið felagið skipar fyri. Vit ynskja nývaldu nevndini tillukku og góða eydnu í arbeiðnum.
Gull og tvær bronsu 22. Jan. 2012

Reykjavík international games er av á hesum sinni. Og okkara svimjarar koma ikki tómhentar heim aftur: Heidi vann gull á 50 m teininum í ryggsvimjing og Signa Vár vann bronsu í somu kapping. Harafturat vann Heidi bronsu í 50 m frísvimjing. VIt ynskja teimum tillukku
Reykjavík International Games 21. Jan. 2012

Um vikuskiftið er stór svimjikapping í Reykjavík, talan er um Reykjavík International Games. Kappingin er bæði fyri svimjarar, ið bera brek og tey, ið ikki bera brek. ÍSB hevur sent tveir føroyskar svimjarar at luttaka í kappingini, og tað eru Heidi Eliasen og
Árið, ið fór hjá ÍSB 16. Jan. 2012

Ítróttasamband fyri brekað kann líta aftur á eitt ár við nógvum ymiskum kappingum og ítróttatiltøkum. Fyrsta tiltakið í 2011 var ein kunningar- og kjakfundur, sum ráðið fyri brekað skipaði fyri í miðlahúsinum. Endamálið við fundininum var at fáa gevandi orðaskifti, ið varpar ljós á
ÍSF-forsetin: 2012 er olympiskt ár 10. Jan. 2012

Fjórða hvørt ár er nakað heilt serligt í altjóða ítróttaheiminum, og í ár er eitt av hesum árunum – 2012 er olympiskt ár. Sum ein av stovnandi limunum í Paralympisku nevndini hevur ÍSB í mong ár sent føroysk umboð á Paralympisku leikirnar, við góðum úrslitum
Boccia-kapping hjá Smæruni 09. Jan. 2012

Ítróttafelagið Smæran skrivar á heimasíðu síni, at tey skipaðu fyri fyrsta umfari í grand-prix kappingini í boccia sunnudagin 8. januar. Á heimasíðuni hjá felagnum ber til at lesa meir um kappingina, og at síggja úrslitini. www.smaeran.net
Kvøldskúlin er byrjaður 03. Jan. 2012

Vit ynskja øllum, ítróttafólki, venjarum, foreldrum og stuðlum eitt gott nýggjár, og vit vilja boða frá, at undirvísingin í kvøldskúlanum er byrjað aftur. Góða eydnu við venjingini
Smæran skipar fyri kapping í boccia 03. Jan. 2012

Ítróttafelagið Smærn skipar fyri Grand Prix- kapping í boccia. Kappingin verður í skúlanum við Løgmannabreyt sunnudagin 8.januar og byrjað verður kl 14.00 Tilmelding er á sao@kallnet.fo ella við at ringja 23 08 51, freistin er leygardagin 7. Januar. Luttøkugjaldið er 20 kr.










