VÆLKOMIN!

Jóansøkan 2011

ÍSB fer aftur í ár at skipa fyri boccia- og svimjikapping á Jóansøku.

Í ár verður stevnan á Tvøroyri, og bæði svimji- og bocciakappingin verða í skúlanum sunnudagin 26. juni. Svimjikappingin byrjar kl 14.00 og boccia kl 15.30 í skúlagarðinum.

Øll kunnu vera við, eisini tey, ið búgva norðanfyri. Møguleiki er at koma suður við Smyrli kl 11.00 av Havnini og norður aftur kl 17.30 sama dag. Kostnaðurin fyri kappingina og ferðing er kr 50. Tey, ið ynskja at vera við, mugu melda til á tlf 31 75 79, ella við at senda e-post til isb@isb.fo. Freistin er fríggjadagin 24. juni

Vónandi taka tit væl undir við tiltakinum og møta fjølment