VÆLKOMIN!

Jólakapping í Boccia

Góðu tit

Vit vilja við hesum bjóða øllum áhugaðum at melda til árligu jólaBocciakappingina hjá ÍSB

Kappingin fyri fólk við menningartarni verður í Løkshøll í Runavík – og kappingin fyri fólk við rørslutarni verður í kantinuni víð síðuna av Løkshøll.

Kappingarnar byrja kl 15 sunnudagin 22. november.

Kostnaðurin er kr 50,- og verður okkurt at fáa til matna.

Melda til á http://askur.fo/dforms/form528692.htmlhttp://askur.fo/dforms/form528692.html í seinasta lagi fríggjadagin 20. november

Vit skulu samstundis boða frá at tilmeldingarfreistin til svimjikappingina er 23. november http://www.isb.fo/arliga+jolasvimjikappingin+hja+isb+verdur+i+gundadali+25+nov.html 

At borðtenniskapping verður 25. november (tilmelding verður send út mánadagin), og at Jólaveitslan hjá Stuðlafelagnum ÍSB verður 17. desember (innbjóðing verður send út fyrsta dagin)

Vónandi verður undirtøkan góð til hesi tiltøk

ÍSB