VÆLKOMIN!

Jólakappingin í svimjing - Úrslit

Jólakappingin í svimjing varð í ár hildin í svimjihøllini í Klaksvík 30. november undir sera góðum umstøðum. Dagin undan hevði Klaksvík International verið, so alt var klárt, tá vit komu norð. Í kappingini luttóku 21 svimjarar úr øllum landinum.

Kappast varð í 8 ymiskum greinum, gentur og dreingir fyri seg; tó so at um fáar tilmeldingar vóru í einari grein, vórðu tey løgd saman. Nr. 1, 2 og 3 úr hvørjum riðli fingu heiðursmerki, meðan nr. 4, 5 og 6 fingu heiðursbond, sum Verkstaðið Vón hevur gjørt serliga til ÍSB.

Kappingin gekk framúr væl, og vóru nógvar góðar tíðir svomnar og nógv met sett. Bæði persónlig og føroysk met. Úrslitini eru at síggja her: /myfiles/files/Jólakappingin 08 í Klaksvík.doc

Myndir frá kappingini kunnu síggjast við at trýsta her!