VÆLKOMIN!

Jólaveitslan hjá Stuðlafelagnum ÍSB


Sum vant fer Stuðlafelagið ÍSB at skipa fyri árligu jólaveitsluni fyri fólk ið bera brek.

Veitslan verður í B36 húsinum hóskvøldið 17. desember kl 1800.
Vit fáa okkurt gott at eta, syngja, dansa um jólatræið og fáa vitjan av jólamanninum.

Vegna avmarkað pláss, er veitslan avmarkað til tey ið bera brek og stuðul ella foreldur teirra.

Tilmelding til veitsluna fer fram við at fylla inn oyðiblað http://askur.fo/dforms/form530451.html
Freistin at melda til er 4. desember.

Eisini verður stórt jólabingo í B36 húsinum týskvøldið 01. desember.
Nógvir góðir vinningar.

Vit síggjast