VÆLKOMIN!

Júst og Kristian Martin til FM hjá FÍF

Okkara ítróttafólk hava staðið seg sera væl í FM-kappingini hjá FÍF (frælsur ítróttur Føroya). Tað vóru teir báðir Júst og Kristian Martin, ið luttóku í FM kappingini, sum var 1. og 2. august á Tórsbreyt.

Kristian Martin luttók í kúlustoyti. Hann megnaði at kasta 7,1 kg tungu kúluna 8.67 m. Kastið rakk til eitt triðja pláss í kappingini, umframt at hetta eisini var eitt persónligt met. Júst, sum venur við Bragdinum, setti eisini persónligt met, talan var um tvey, í 400- og 800 m renning. Hann kom á 3. pláss í 400 m renning við tíðini 58,26. Í 800 m renning kom Júst inn sum nr. 2 við tíðini 2.12,46 og 100 m renningin gav eitt 3. pláss við tíðini 12,76.

Sera flott avrik, dreingir :)

Úrslit frá kappingini kunnu síggjast á heimasíðuni athletics.fo ella her og her 

Myndir eru á síggja á heimasíðuni hjá Hvirluni