VÆLKOMIN!

Kalendarin dagførdur

Vit eru so smátt komin í gongd aftur eftir summarsteðgin. Kalendarin er nú dagførdur, tó kunnu broytingar koma fyri.

Vit vilja geva okkara ítróttafólkini avbjóðingar og møguleika at mennast, og tí hava vit økt talið á kappingum komandi vetur; skipað verður fyri 3 kappingum í boccia,  í fræslum ítrótti og í svimjing. Tað er ikki avgjørt enn, hvar kappingarnar verða, men tit frætta um hetta á heimasíðu okkara. Av øðrum tiltøkum er vert at nevna barna-og ungdómsdagin, sum í ár verður á Toftum.  Og sum nakað nýtt, ætlar ÍSB at skipa fyri eini árligari stuðulsrenning, sum í ár verður tann 31. oktober.

Ítróttafelagið Svanur skipar eisini fyri eini spennandi Ítróttadegi á Eiði 19. september.

Tað má sigast at ein spennandi vetur liggur fyri framman, og vit gleða okkum at koma í gond :)

.