VÆLKOMIN!

Kappingar á Jóansøku

ÍSB skipaði fyri tveimum kappingum á Jóansøku. Ítróttafólk úr øllum landinum luttóku í svimji- og bocciakappingunum sunnudagin 27. juni í Vàgi.

Fyrst varð farið í gongd við svimijikappingina. Har vóru svimjarar í øllum aldri og á ymiskum støði, men øll sluppu at vera við.

Svimjarar á fyrsta, øðrum og triðja plássi fingu heiðursmerki, meðan hini fingu eitt serligt heiðursband. Tað var Pál Joensen, ið handaði heiðursmerkini, til stóra gleði fyri tey íðkandi.

Úrslitini frá kappingini síggjast HER og myndir frá kappingini HER

Eftir ein stuttan støðg, varð farið í gongd við kappingina í boccia. Her skuldu tveir vinnarar finnast; ein í bólkinum fyri rørslutarnað og ein í bólkinum menningartarnað.

Úrslitið gjørdist í bólkinum menningartarnað, at  Theodor Esmar Hansen úr Svani vann kappingina, meðan Hentsia úr suðri fekk silvur og Halla Poulsen úr Svani kom á triðja plássið.

Í bólkinum rørslutarnað gjørdis Marius Johansen úr Smæruni vinnari, Dánial Jákup Djurhus úr Svani kom á annað pláss, meðan Heðin Midjord úr suðri fekk bronsu.

HER eru myndir frá kappingini