VÆLKOMIN!

Kapping á Ólavsøku

Í summar hava fleiri kapping verið fyri fólk við tarni. Á eystanstevnu skipaði Svanur fyri kapping í boccia, og á Jóansøku varð kappast í svimjing og boccia. Ólavsøkan stendur fyri durum, har ítróttfólk eisini fáa høvi at lutttaka í eini kapping.

Ítróttafelagið Smæran skipar fyri boccia-kapping á Ólavsøku. Kappingin verður 29. juli kl 16.00 undir Bryggjubakka. Tilmelding fer fram á staðnum.

Umframt boccia-kappingina, verður Smæran við í skrúðgonguni ólavsøkuaftan.