VÆLKOMIN!

Kappingarskráin

Heystið er komið! Og ítróttafólkið er farið í gongd við venjingarnar í kvøldskúlunum og í feløgunum. Fyri framman liggja kappingarnar í ítróttagreinunum: Boccia, borðtennis, frælsum ítrótti og svimjing.  

Feløguni eru longu farin í gond. Svanur hevur skipað fyri ítróttadegi á Eiði og Smæran skipaði fyri eini kapping í frælsum ítrótti á Tórsbreyt.

-Um tú ikki fekst verið við til hesar kappingar, so fært tú aðrar møguleikar, tí bæði feløgini hava nógv spennandi á skránni komandi vetur.

Kappingarnar eru skipaðar soleiðis, at øll kunnu taka lut. Skráin er at finna HER. Legg til merkis! Broytingar kunnu koma fyri. 

ÍSB fer eisini at útbúgva nýggjar dómarar í boccia. Skeiðið verður í skúlanum við Løkin, mánakvøldið 8. november kl 18.00. Tilmelding fer fram á isb@isb.fo

.