VÆLKOMIN!

Kári P. Højgaard setti FM-kappingina

Kári P. Højgaard, Løgtingslimur, setti árligu FM-kappingina í boccia:

Góðu tit øll ítróttarfólk og fyriskiparar.

Tað er altíð spennandi at luttaka í væl fyriskipaðum kappingum, har hin einstaki og lið á javnbjóðis føti hava møguleikan fyri at vísa síni kynstur og evni.

Seinasta ár fekk Løgtingið fyri fyrstu ferð møguleikan at senda eitt lið mannað við løgtingslimum til Moskva at luttaka á The First Games of European Parliamentarians, har vit politikarar sum dagliga stríðast í orðum, nú sum einasta vestanland skuldu kappast í innandurafótbólti við starvsfelagar eystanfyri. Vit stríddust manniliga eftir førimuni, og okkum eydnaðist at vinna á Hvítaruslandi og harvið bleiv Føroyar nr. 7 av 8 londum.

Kappingin í dag er í Boccia, eitt spæl, ið er sera væl egnað til fólk við tarni, her kunnu øll vera við. At spælið er vælumtókt prógvar stóra luttakaratalið, tí eg havi fingið upplýst, at fleiri enn 40 luttakarar eru við í stóru FM-kappingini í dag.

 Kappast verður í 2 høvuðsbólkum, rørslutarnað og menningartarnað.

Tey við menningartarni kappast í 2 bólkum, FM-bólki og opnum bólki. Heiðursmerki verða latin til nr 1,2 og 3 í hvørjum bólki.

Á sama hátt sum við øllum øðrum ítróttargreinum er FM-kappingin í Boccia hæddarpunktið á árinum, og her verður eisini ársini spælari avdúkaður.

Boccia-spælararnir koma úr øllum landinum frá Klaksvík í norði og heilt suður til  Vágs.

Danir hava orðatakið at ”Øvelse gør mester”. Skulu góð úrslit náast, krevur tað nógva venjing. Tit venja øll í kvøldskúlanum og eg havi skylt, at nógv av tykkum venja eisini meira enn tað.

Hetta er triðja kappingin í ár og tað er gleðiligt at síggja,at luttakaratalið er voksið munandi. Tað hevur  m.a. við sær, at støðið er sjónliga hækkað, og mangan er spenningurin varðveittur heilt til síðsta kast.

ÍSB hevur nógvar góðar boccia-spælarar. Tað var ein heiður fyri okkara lítlu tjóð við undir 50 túsund fólkum, tá Unn Mortensen í 2007 gjørdist besti boccia-spælari við menningartarni í heiminum, tá hon vann gull á Special Olympics leikunum í Shanghai.

Tað frøðir meg, at ítróttarhøllin í Runavík kann verða karmur um FM-kappingina  í dag. Tit hava øll glett tykkum til løtuna, dagurin er tykkara og vit vænta eina góða og spennandi kapping.

Tað týdningarmesta er at luttaka, og tit sum ikki blíva best á hesum sinni hava møguleikan at venja nógv og møguliga vinna kappingina næstu ferð.

At enda vil eg takka tykkum fyri at minnast tey sum rakt eru av vanlukku. Avtala er gjørd við Reyða Kross um, at FM-kappingin í dag eisini er Boccia fyri Haiti t.v.s., at ÍSB-ítróttafólkini  eisini eru við í stóru innsamlingini, ið verður leygardagin.

Góða FM-kapping.