VÆLKOMIN!

Ítróttarøkið er væl fyri

Kjakfundurin um ítrótt og brek vísti okkum, at á ítróttarøkinum hava tey, sum bera brek, ein rímiliga góðan møguleika fyri at sleppa uppí part. Tað vísir seg, at ÍSB veksur støðugt og nýliga eru tvey ítróttarfeløg stovnaði. Tað eru Svanurin og Smæran.

Tóra við Keldu hevði eina framúr góða framløgu, har hon við orðum og myndum greiddi frá, hvussu nógv hon hevði fingið burturúr, at vera virkin við at svimja vegna ÍSB. Jón á Steig, næstformaður hjá ÍSB segði millum annað, at málið hjá ÍSB er at náa breiddini, - at fáa so nógv við sum møguligt, heldur enn at skula vísa toppúrslit í øllum greinum.

ÍSF forsetin Petur Elias Petersen helt, at hurðarnar stórt sæð vóru opnar fyri øllum, og vildi framyvir taka spurningin upp um tulkar til deyv, soleiðis at hesin bólkur eisini kann verða javntstillaður við aðrar. Beinta Hoydal Joensen greiddi frá góðu úrslitunum av at sinnisveik ganga túrar, renna, bowla og íðka á annan máta. Millum annað legði hon dent á, at tørvurin á medisini hjá summum persónum minkar og at tað er við til at betra um lívsgóðskuna.

Samanumtikið var tað ein góður fundur og í mun til onnur evnið í handikapsáttmálanum, so sum arbeiðsumstøður, atkoma, bústaðir og líknandi, heldur Ráðið fyri Brekað seg kunna staðfesta, at á ítróttarøkinum eru umstøðurnar hjá brekaðum rímiliga góðar.

 http://www.radidfyribrekad.fo/