VÆLKOMIN!

Kom við!! Paralympiskur meistari í Klaksvík

 Kendur meistari og maratonrennari vitja Klaksvík

“Tak ábyrgd av tær sjálvum, tínum egna lívi og gerðum tínum” er slagorðið hjá danska heimsmeistaranum Annika Lykke Dalskov, sum, saman við maratonrennaranum Una Rasmussen, luttekur í kveikjandi løtu við fyrilestri um ítróttalív og lívsroyndir í Skúlanum við Ósánni 1. desember kl. 16.

Lívið ein avbjóðing

Fyri flest øll er lívið ein stór og spennandi avbjóðing og fyri tey, sum í vaksna lívinum fáa brek av einum hvørjum slag, er avgerandi spurningurin: Hvussu kann eg við nýggju fyritreytunum liva eitt gott og innihaldsríkt lív? 

Við hesum fyri eyga er dagurin í Skúlanum við Ósánna skipaður. Tað er Ráðið fyri brekað, sum í samband við Altjóða handikappdagin hevur boðið Anniku Lykke Dalskov til Føroyar, og hevur givið Ítróttasambandinum fyri brekað møguleika at skipa hendan dagin. 

Reysta reiðkvinnan

Longu sum 5 ára gomum byrjaði Annika Lykke Dalskov at ríða. Seinni var hon partur av danska junior- og ungdómslandsliðnum fyri ríðarar í dressur. Men í 2005 hendi ein vanlukka, sum broytti lív hennara. Á ferð við súkklu síni datt hon og fekk stóran skaða í ryggin. Læknarnir søgdu, at hon óivað fór at vera lamin frá hálsinum og niður alt lívið, og tí sjálvsagt neyvan før fyri at ganga aftur. 

Hetta var hørð tala, og Annika stríddist viljasterk fleiri mánaðir við stuðuli frá familju og vinum. Tað, læknarnir søgdu, fór at vísa seg at vera skeivur dómur yvir Anniku. Tí skjótt var hon aftur í saðlinum. Í 2007, bara tvey ár eftir vanlukkuna, vann hon HM gull á hesti sínum. Nú sum ítróttarfólk fyri tey, ið bera brek. Seinast vann fýra heiðursmerki í Paralympisku leikunum í London. 

Uni bjóðar av

Tíðindini úr Aten fyrr í mánaðinum um at Uni Rasmussen hevði gjøgnumført sítt fyrsta maraton, hevur við vissu hugtikið føroyingar. Tí saman við fylgjara sínum, kom Uni á mál og prógvaði, sum hann sjálvur sigur, at tað at vera blindur er eingin forðing fyri at gerast maratonrennari. 

Hetta er enn eitt prógv um, at um høg mál verða sett, so er veruliga møguleiki at megna tað ómøguliga og geva breki og forðingum ein vátan vøtt. 

Góðir tónar til løtu um, hvussu vit gera dreym til veruleika

Løtan í Skúlanum við Ósánna 1. desember kl. 16, har Torkil Mørkøre fer at spæla,  verður ein kveikjandi løta, har víst verður á týdningin av at gera dreym til veruleika – bæði persónliga og ítróttarliga. Viðurkenningin av at hørð venjing gevur góð úrslit er ótrúliga gevandi. 

Við vón um góða undirtøku.

Vegna fyrireikararnir

Tóra við Keldu