Komið og rennið um kapp!
ÍSB bjóðar ítróttafólki til kapping í frælsum ítrótti:
Mikudagin 2.juni kl 14.30 á Tórsbreyt
Kappast verður í: 100-, 200-, 400- og 800 m. Kúlustoyt, longdarlop og hæddarlop og Racerunning. Øll kunnu luttaka
Kappingin er skipað sum ein Grand Prix-kapping. Hetta er triðja og síðsta kapping og heiðursmerki verða handað.
Tilmelding fer fram á tlf 21 79 75 ella tora@isb.fo
Freistin er fríggjadagin 28. mai
Úrslit frá síðstu kapping eru at síggja her, og myndir frá kappingini sært tú við at trýsta her











