VÆLKOMIN!

Krista í altjóða svimjikapping

Í hesum døgum verður stór altjóða svimjikapping fyri brekað í Berlin, talan er um German open í svimjing.

 ÍSB hevur sent 12 ára gomlu Kristu Mørkøre úr svimjifelagnum Ægir at luttaka í kappingini. Hon fer at kappast móti svimjarum í sínum aldursbólki, umframt hetta kappast hon móti svimjarum í sínum handicapbólki.

Krista fer at luttekur í 50-, 100-, 200,- og 400 m frísvimjing umframt bringusvimjing. Kappingin byrjar hósdagin 28. apríl, og tá skal Krista kappast í 50 m frísvimjing. Kappingarnar halda fram til sunnudagin 1. mai

Talan er um eina stóra kapping har ein 450 svimjarar úr 30 londum luttaka.