VÆLKOMIN!

Krista í Kroatia í opnari paralympiskari kapping


Krista Mørkøre úr Ægir er hetta vikuskifti í Kroatia har hon luttekur í opnari paralympiskari svimjikapping. 
Hon skal royna seg í fýra greinum, 50m frísvimjing, 100m frísvimjing, 400m frísvimjing og 100m bringusvimjing. 
Við til hesa stevnu eru mest svimjarar úr londum úr fyrrverandi Jugoslavia. 
Føroyar er einasta tjóð úr norðanlondum, men einstakir svimjarar úr Kina, Spania, Portugal eru eisini við. 
Krista hevur í morgun svomið eina kapping, har hon vann eitt silvurheiðirsmerki í 50 mtr. frísvimjing við tíðini 32.41

Orsøkin at Krista er í Kroatia, og ikki í Íslandi við liðfeløgunum úr Ægir, er at IPC skuldi eftirmeta klassifiseringina av Kristu.

Klassifisering er ein háttur at tryggja javnbjóðis og rættvísa kapping innan paralympiska heimin.
Tað gongur fyri seg á tann hátt at, ítróttarfólk verða kannaði av klassifisørum, ið kunnu verða læknar, fyrsioterapeutar ella onnur.
Tey verða eisini eygleidd í hylinum.
Síðani verða tey flokkaði í flokkar frá 1-10, fyri rørslutarnað.

Krista er klassifiserað í sterkastu bólkum í sínum svimjigreinum, so kappingin er hørð.

Kappingin kann fylgjast á http://www.hpsoi.hr/