VÆLKOMIN!

Krista klárar seg væl í Manchester

Krista Mørkøre er í hesum døgum í Manchester og svimur í national para swimming championship.
Hetta er enn ein liður í roynd hennara at svimja sær eitt pláss í Paralympisku Leikunum í Rio 2016.
Krista svam seg í dag til tvey gullheiðursmerki og eitt silvurheiðursmerki. 
50 Frí 31:69, gull og persónligt met við 0,70. 
100 Bringa 1:31:00, silvur forbetring uppá 2,4 sek. 
100 Frí 1:08.49 gull forbetring uppá 0,27. 
Krista er sera væl nøgd við sína svimjing.
Í morgin skal Krista svimja 400m frí, og er hon sera spent uppá hetta.