VÆLKOMIN!

Krista Mørkøre kappast í HM í IPC svimjing í Glasgow


 Í døgunum 13 - 19 juli  verður HM í IPC svimjing í Glasgow. 

580 svimjarar, úr  70 londum luttaka í stóru heimsmeistarkappingini.

16 ára gamla Krista Mørkøre úr Klaksvík, skal fyri fyrstu ferð royna seg til HM, sum er størsta kappingin undan paralympisku leikunum sum verða í RIO í September 2016.
Hon luttekur í fimm kappingum, í bólkinum S10 og SB9, sum eru sterkastu bólkarnir fyri tey ið hava rørðslutarn.

Higartil í ár hevur Krista svomið í DM og German open.
Kappingarnar hava gingi væl, og hon hevur sett persónlig met í øllum kappingunum.
Hetta hevur givið henni atgongd til HM.

Nógvar spennandi avbjóðingar standa fyri framman.
Krista skal m.a. á 10 daga langa venjingarlegu, í august, har hon fer at venja undir olymiskum venjarum.
Eftir hetta verður tað Nordisk Mesterskab í Bergen í oktober.

Størsta máli hjá Kristu eru paralymisku leikirnir í Rio 2016, men áðrenn hetta verður EM í portugal sum er seinasta stóra kappingin undan PL.

Kappingi kann síggjast á 

https://www.youtube.com/watch?v=IMFFXq8zTpE

ÍSB ynskir Kristu bestu eydnu.