VÆLKOMIN!

Krista Mørkøre til NM

Norðurlendska meistarakappingin í svimjing verður komandi vikuskifti í Stokkholmi.

Fyri Føroyar fer Krista Mørkøre úr Klaksvík at svimja, og hon skal vera við í fimm kappingum, 50-100-400m frí, 50m firvald og 50m bringu.

Hetta er fyrstu ferð at Krista fer at royna seg í opnum bólki, og tí eru vit spent vita, hvussu hon roynist í kapping við tey vaksnu.

Kappingin er opin fyri onnur lond enn bara norðanlond at luttaka, og sum skilst, er luttøkan stór á hesum sinni.

Krista hevur vant dúgliga fram ímóti hesari kapping, við tí fyri eyga at gera seg klára til enn størri kappingar sum liggja fyri framman.