VÆLKOMIN!

Krista skjótari enn donsku metini


Svimjikappingin í Klaksvík um vikuskiftið var eisini ein góð kapping fyri Kristu, sum var einasti paralypmpiski svimjari til hesa kappingina. Hon setti fýra persónlig met, og eftir at hava hugt ígjøgnum danska metlistan í paralympiskari svimjing á stuttgeil, kann nevnast at í 50 bringu, 50 firvald, og 100 frísvimjing, svam hon skjótari enn donsku metini í S10 sum er sterkasti bólkurin innan paralympiska svimjing.

Krista er nú ímillum bestu paralympisku svimjarar í norðanlondum, og verður tað spennandi at fylgja henni til tær stórkappingar sum liggja fyri framman úti í heimi, eitt nú EM á Madeira og PL í Rio 2016.