VÆLKOMIN!

Krista vann bronsu í NM

Norðurlandameistaraskapið í svimjing á langgeil í Stokholmi er av á hesum sinni, og fyri Føroyar svam Krista seg til eitt bronsu merki í 400 frí við tíðini 5:35:77.
Krista var meldað til 6 kappingar, og allar gingu tær væl. Krista svam bestu tíðir í trimum av kappingunum.
Í 50m firvaldi svam hon 37:77, ein betring uppá 1 sek.
Í 100 bringu svam hon teinin uppá 1:39:15, ein betring uppá 3 sekund.
Hinar tríggjar kappingarnar svam hon uml. somu tíðir sum hon svam í German open í juni.  Hon lá ímillum 3-4 og 5 pláss, hetta er Krista sera fegin um, og hevur givið henni mót uppá framtíðina.

 Vanligt er til stórkappingar, at greina tey ymisku brekini sundur frá S1-S10.
Krista svimur í sterkasta bólkinum S10, og í tí bólkinum lá Krista til at vinna heiðursmerki í øllum greinunum.
Á hesum sinni vóru øll koyrd í ein bólk, og skuldu tí svimja undir eini poengskipan sum gjørdi tað torført at vinna heiðursmerki, osaka av at tað er torført at vinna nógv stig í teimum sterku bólkunum.

 Krista fer í næstum undir at  venja til stórkappingar sum liggja fyri framman, eitt nú EM, VM og OL í Rio, men komandi týsdag skal hon undir skurð, og má tíðin vísa hvussu skjótt Krista kemur seg aftur.

Vit ynskja henni alt tað besta framyvir.

ÍSB