VÆLKOMIN!

Kvøldskúlin byrjar eftir heystferiuna

Í komandi viku fara skúlarnir í heystfrí, og nú styttist til kvøldskúlin fer í gongd.

Fyrsti undirvísingardagur í Havn verður mánadagin 17. oktobur. Eisini kring landið hava kvøldskúlarnir ítróttatilboð til teirra, ið bera brek.

Umframt kvøldskúlatilboð vera fleiri kappingar á skránni í vetur, sum tit vónandi eisini taka væl undir við.