VÆLKOMIN!

Kvøldskúlin

Summarferian er liðug hjá flest øllum, og heystið stendur fyri durum. Fyri okkum merkir hetta, at kvøldskúlin byrjar aftur við ítrótta- og venjingartilboðum til fólk við tarni. Nøkur av okkara ítróttafólkum hava luttikið í fleiri ár, meðan onnur royna hetta fyri fyrstu ferð, men felags fyri tey øll er, at tey gleða seg at koma í gongd.

 Í Havn verður byrjað beint eftir heystferiuna, í viku 42. Faldarar eru komnir út, og tilmeldingin er frá 6. til 13 september á heimasíðuni hjá kvøldskúlanum http://www.kvoldskulin.fo/

Ítróttatilboðini eru tey somu sum í farna ´skúlaári, og tey síggjast við at trýsta HER

Kring landið eru eisini ymisk tilboð, tey eru ikki fastløgd enn, men lesarar kunnu fylgja við á hesum heimasíðum:

http://www.vagur.fo/ (kvøldskúlin í Vági)

http://www.klaksvik.fo/

http://www.svanur.fo/ (kvøldskúlin í eysturoy)

Vónandi taka tit væl móti tilboðunum, og vit ynskja tykkum góða eydnu við venjingini í vetur.

í