VÆLKOMIN!

Kvøldskúlin

Nú ber til at melda seg til kvøldskúlan. Á heimasíðuni hjá kvøldskúlanum http://www.kvoldskulin.fo/ ber til at kunna seg um ítróttatilboð, ið eru á skránni komandi vetur.

Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna hjá skúlanum og tá verður eisini goldið fyri skeiðið. Á kvøldskúlanum siga tey, at tilmeldingini er opin til mánadagin 12. September kl 24.00. Um ivamál eru, vilja vit gjarna hjálpa og vegleiða, tit fáa samband við ÍSB á isb@isb.fo ella tlf 31 75 79

Undirvísingin byrjar fyrstu vikuna eftir heystferiuna.