VÆLKOMIN!

Leikirnir eru settir

Special Olympics World Games eru settir í Athen á Panathenaikon leikvøllinum, sum er tann gamli olympiski leikvøllurin. Nógvir áskoðarir vóru til setanina, og ítróttafólkini gingu í skrúðgongu inn á leikvøllin, hetta var eitt stórt upplivilsi frætta vit frá okkara ítróttafólki í Athen.

Fyrireikarnir høvdu lagt eina fjølbroytta skrá fyri hátíðarløtuna, har vóru m.a. talur og tónleikainnsløg. Eitt av hæddurpuntktunum var, tá Stevie Wonder kom á pallin fyri at framføra nakrar sangir, og tá olympiska flaggið varð vundið á stong. 

Punktum varð sett fyri ein stórsligna setan, tá ið olympiski eldurin varð borin inn á leikvøllin.

Myndir eru at síggja HER

Í dag hava fyrstu innleiðandi umførini verið í frælsum ítrótti og í svimjing. Júst og Tórður hava kappast á 200 m teininum í renning, og tað gekk væl hjá teimum báðum. Tórður setti persónligt met við tíðini 27,50 sek og Júst kom á mál við tíðini 27,83. Báðir koma víðari til finaluumfarið.

Svimjararnir hava eisini staðið seg væl, tey hava kappast í 100 m frísvimjing. Robert Poulsen kom á mál við tíðini 1.11.46, hetta er góð 5 sek betri enn hansara besta tíð. Eisini Eivindur Toftegaard og Súsanna Johannesen settu persónlig met á teininum við ávikavist 1 min og 21,45 sek og 1 min 48,79 sek. Og tey svumu seg eisini víðari í finalurnar.

Boccia-spælararnir hava eisini spælt í dag í liðkappingini. Dan Lamhauge landsliðsvenjari sigur at talan var um eina góða kapping, har spenningur var til síðsta kastið, og úrslitið gjørdist at føroyska liðið vann. Tey skulu spæla aftur í morgin.