VÆLKOMIN!

Leikirnir í Varsjava eru settir

Leygarkvøldið vórðu evropeisku leikirnir settir á Legia Stadium í Varsjava. Eini 20.000 áskoðarar og uml 1.500 ítróttafólk, umframt venjarar og leiðarar, settu sín dám á hátíðarhaldið.

Skráin var fjølbroytt, har vóru m.a. røður, ymisk tónleikainnsløg og aðrar framførslur. Millum røðararnar vóru forsetin í Póllandi, Bronislaw Komorowski, og forsetin í Special Olympics, Timothy Shriver.

Tiltakið endaði við einum stórum og litføgrum fýrverki.

 Myndir kunnu síggjast HER