VÆLKOMIN!

LIVE i pólskum sjónvarpi

Í næstum fara fýra føroysk ítróttafólk at luttaka í stórari evropeiskari kapping, talan er um Special Olympics European Summer Games.

Leikirnir verða settir við eini stórari setan 18 september í nýggja stadiunum Legia, sum liggur í Varsjava. Í tíðindaskrivi úr Póllandi verður sagt, at setanin verður send beinleiðis í polskum sjónvarpi, og talan er um eina av teimum størstu mentunarligu tiltøkunum í Póllandi í ár.

Ungu føroyingarnir eru, saman við 1500 øðrum ítróttafólkum úr 56 londum, partur av stóra tiltakinum í Varsjava.

Heitið á leikunum er together now, og hetta kemur at síggjast aftur í skránni, sum m.a. hevur til endmáls at fagna teimum mongu íróttafólkunum.

ÍSB sendir fýra ítróttafólk at umboða Føroyar til leikirnar, tey eru; Meiken Olsen, Sharada Unadóttir, Kristian Martin Garðalíð og Júst í Túni. Tey luttaka øll í frælsum ítrótti, og í hesum døgum leggja tey saman við venjaranum, Sonna Djurhuus, síðstu hond á fyrireikingarnar. Tey venja nógv og hava fingið góð úrslit í heimligu kappingunum í ár. Meiken og Júst venja við Bragdinum, og Kristian Martin venur við Hvirluni, umframt hetta hava fleiri landsliðsvenjingar verið á skránni.

Tað er felagsskapurin Special Olympics, ið skipar fyri leikunum. Meira er at lesa um Special Olympics við at trýsta HER.

Á heimasíðuni hjá ÍSB, verður meira at frætta um leikirnar og úrslitini.